Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg havi ongantíð verið burturstaddur eina ólavsøku. Tað merkir, at í ár haldi eg ólavsøku nummar 65. Og tað gleðir meg akkurát líka nógv eisini at vera heima hesa ólavsøkuna.

Stórir partar av ólavsøkuhaldinum er reinur mentanararvur. Skrúðgongan. Løgtingið kemur saman. Ólavsøkan sum keypsstevna og fólkslig veitsla. Tónleikur og list. Ítróttur. Felagsangur. Familja.

Sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum er altíð serliga hugaligt at kunna bjóða øllum vælkomnum á ólavsøku, nú vit eftir besta førimuni hava gjørt høvuðsstaðin kláran at taka ímóti gestum úr øllum heraðshornum.

Skráin er fjølbroytt, hóast avmarkingar. Roynt verður at hava okkurt til øll, so allir føroyingar og ólavsøkugestir annars kunnu fáa sum mest burturúr. Og roynt verður at endurnýggja og skapa nýtt.

Allur býurin er við í ólavsøkuni. Her er bæði verðsligt og andaligt í at velja, tiltøk til gamans og álvara, uttandura eins væl og innandura. Hesaferð er meira enn nakrantíð gjørt burturúr at samskipa øll tiltøk so væl sum tilber, við atliti til galdandi tilráðingar frá heilsumyndugleikunum.

Ólavsøkan er okkara størsta fólkaveitsla, og tí eigur pláss at vera fyri okkum øllum. Her savnast høgur og lágur. Vit hittast og vit heilsast og geva vit okkum stundir til eitt hugnaligt prát. Ólavsøkan er ársins familjuveitsla. Soleiðis er ólavsøkan og soleiðis eigur hon eisini at vera. Vit vísa atlit, men vit royna at halda eina so vanliga ólavsøku sum møguligt.

Ólavsøkan er høgtíð og tjóðardagur okkara, men á mangan hátt øðrvísi og innihaldsríkari enn tjóðardagar í øðrum londum, tí hóast ólavsøkan er tjóðardagur føroyinga, so verður hon hildin í høvuðsstaðnum. Tí eru vit fegin um, at vit kunnu taka ta ábyrgd, at fyriskipa og halda veitsluhátíð føroyinga í høvuðsstaðnum.

Kommunan er støðugt í eini rembingartíð. Býurin fjølgast og víðkast støðugt. Fólkatalið og virksemið veksur. Krøvini herðast og tilboðini økjast. Karmarnir víðkast. Tað gongur væl í høvuðsstaðnum og tað krevur støðugt nýggjan hugburð av okkum, sum eru vald at tæna býi og bygd, so Havnin er væl búgvin at taka avbjóðingarnar.

Nú leggja vit gerandisdagin frá okkum eina løtu og njóta samanhaldið. Samstundis sum eg vil takka teimum mongu, sum hava gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiði fyri at hugna so væl um okkum hátíðardagarnar, so fari eg at bjóða øllum føroyingum hjartaliga vælkomnum á ólavsøku!

Veri fagnað øll tit úr bý og av bygd og ikki minst tit uttan úr heimi, ið komin eru higar at halda landsins tjóðardag í vælprýdda høvuðsstaðnum, vit øll eru so góð við. Eg havi tað álit á okkum øllum, at vit duga at halda tjóðarhátíð við atliti til øll galdandi tilmæli, so vit verja okkum sjálvi og øll onnur. Tjóðarhátíðin er fyri allar føroyingar, tí eigur at vera pláss fyri okkum øllum.

Vælkomin á ólavsøku.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo