Sum kunnugt vóru Føroyar næstan í kríggi við ES fyri fáum árum síðani.
Hetta var um havsins silvur.
Vit høvdu eitt alstórt búskaparligt øki við nógvum fiski, men útlendingar vóru lagstir á tað og vit vóru við skerdan lut.
Hetta lótu vit okkum ikki lynda, og eitt sameint løgting tók undir við, at vit skuldu fáa størri kvotur. ES legði á okkum og boykottaði okkum, so vit ikki sluppu at selja veiði okkara.
Einasti sum hjálpti okkum í hesi neyð var Russland.
Við at standa saman við russum vunnu vit á ES, sum noyddist at gevast við áganginum ímóti okkum.
Hesum sigri fyri at takka hava vit í nøkur ár havt so nógv av fiski, at virðið av okkara framleiðslu fyri hvønn íbúgva er størri enn í ES-landinum Danmark.
Hvørja ferð tað hevur gingist okkum væl hevur danska stjórnin lagt eftir okkara vinnulívi fyri at knúgva okkum. Verst gekk okkum 6. oktober 1992, men tað er bara eitt dømi av alt ov mongum.
Nú hava vit fólkatingsval.
Seks flokkar hava stillað upp, og teir kappast um at fáa løn frá donsku stjórnini, sum hevur í hyggju at forkoma okkara møguleikum fyri at klára okkum betri enn teir gera.
Flokkunum hevur staðið í boði at forða fyri at hjálpa stjórnini at virka fyri ES ímóti okkara áhugamálum.
Eingin av teimum uppstillaðu flokkunum tykist hugsa um annað enn at fáa donsku stjórnina, uttan mun til um hon er reyð ella blá, at seta pengar inn á kontu floksins. Fyri hesum má alt annað dvína, eisini vælferð okkara. Við at seta flokkar við hesum endamáli inn á danating hjálpa vit stjórnini til enn einaferð at knúsa okkara vinnulív og reka túsundavís av okkara landsmonnum av landinum eins og eftir 6. oktober 1992.
Tí ber ikki til at taka undir við nøkrum av hesum flokkum allahalgunaaftan.
Men enn ber til at venda gongdini.
Fundur verður sunnukvøldið. Har hava flokkarnir høvi til at greiða frá um teir standa saman fyri at verja áhugamál Føroya heldur enn tey hjá ES. Tað er jú so lætt. Teir kunnu bara boða frá, at teir ikki vilja taka við pengum frá donsku skattgjaldarunum fyri at lata seg velja inn á danating.
So kunnu vit trygt velja teir flokkar, sum hetta hava í skildi sínum.
Zakarias Wang
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo