Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Almanna- og Mentamálaráðið: Í gjár luttóku omanfyri 50 fólk á verkstovu, har evnið var at fáa markamótaarbeiði, í sambandi við harðskapsøkið, at rigga betri. Tey, ið vóru boðin við, eru breitt umboðaði myndugleikar, fakfólk og stovnar, og sum arbeiða við og í markamótinum til harðskapsøkið.

Endamálið og ambitiónin við verkstovuni var, at menna og finna fram til góðar konkretar loysnir, við denti á at hjálpa tí harðskapsrakta best møguligt. Vit vita, at avbjóðingarnar eru nógvar, mannagongdir mangla og tøgnmentanin kring hetta økið er tung og rungandi. Luttakarnir hava vitan og royndir, sum hava týdning fyri samstarvið á harðskapsøkinum og eru tí lyklapersónar fyri at fáa hetta í arbeiðið at virka.

Ein av niðurstøðunum í nýggju heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum var, at samstarvið tvørtur um geirar og markamót ikki riggar nóg væl. Tí var átakið 15 í heildarætlanini fyrireikað, sum er júst hendan verkstovan, til at viðgera samstarvið millum fakbólkar.

Á skránni vóru fyrst framløgur, við bæði góðari og neyðugari upplýsandi áfylling fyri týðandi økir. Talan var um bæði harðskapsfakið og -økið, um tagnarskyldu, upplýsingar- og fráboðanarskylduna og ikki minst um týdningin av mannagongdum, fyri at samstarvið og vitanarbýtið millum avvarðandi myndugleikar kann koma at rigga.

Og við støði í hesum varð farið víðari við verkstovuarbeiði. Her fingu luttakarnir sett gongd á at framleiða hugskot, ætlanir og tilfar, um 7 ymisk evnir innan økið, og sum at enda vórðu løgd fram og gjøgnumgingin fyri øllum. Hetta tilfarið er nú tøkt, til at brúka sum grundtilfar og dátur til at menna víðari í arbeiðsgongdunum og til endamálið, at fáa markamótaarbeiði, í sambandi við harðskapsøkið, at rigga betri.

Fýra av stjórnarráðunum í verandi samgongu hava staðið fyri  arbeiðinum við heildarætlanin um harðskap í parlagi og nærsambondum 2023-2028 og eru tey umboðað við hesum landsstýrisfólkum:

- Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum

- Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum

- Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum

- Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum

Tað vóru Kvinnuhúsið og verkætlanarbólkurin handan heildarætlanina, sum fyriskipaðu hetta tiltakið. Arbeiðið við at samskipa átøkini í heildarætlanini verða samskipaði av Sig frá verkætlanin undir almanna- og mentamálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo