Hagstovan: Í triðja ársfjórðingi í ár vóru fólkanæturnar á føroysku gistingarhúsunum góðar 93.740 tilsamans. Tað eru slakar 11.290 fólkanætur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ið er ein øking á smá 14 prosent. Kamarsnæturnar vóru knapt 53.630 í tali, ið svarar til eitt nýtslustig á 74 prosent. Eitt skifti sæst hvaðani tey gistandi komu frá.
Fólkanætur telja hvussu nógv fólk gista og hvussu leingi. Um 1 fólk gistir 3 nætur, ella um 3 fólk gista 1 nátt, er talan í báðum førum um 3 fólkanætur tilsamans.
Í triðja ársfjórðingi í ár vóru fólkanæturnar 93.742 tilsamans á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru 11.288 fólkanætur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ið er ein øking á 13,7 prosent.
August er mánaðurin við flest fólkanáttum higartil í ár. Talan er um 34.594 fólkanætur, ið er ein øking á 17 prosent, tá ið samanborið verður við august mánað í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo