Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

P/F Suðuroyartunnilin hevur í dag lagt fram kostnaðarmeting og forprojekt fyri løgmanni og politiska fylgibólkinum. Í politiska fylgibólkinum eru umboð úr øllum flokkum á tingi.

Í stuttum er talan um ein Suðuroyartunnil úr Djúpadali á Sandoynni til Sandvíkar við vegaføringum og einum nýggjum tunli millum Sandvík og Hvalba við tilhoyrandi vegum.

Metti kostnaðurin fyri sjálvan Suðuroyartunnilin er 3,4 milliardir krónur og fyri vegagerð og Sandvíkartunnil 0,4 milliardir krónur. Í alt 3,8 milliardir krónur. Har til er ein møgulig serlig atgongd upp í Skúvoy mett at kosta umleið 0,2 milliardir krónur.

Forprojektið er gjørt av Landsbyggifelagnum og Norconsult, og kostnaðarmetingin byggir á seinastu prísir og metingar fyri slíkar verkætlanir í Norra og Føroyum. Metingin byggir á 2023 prísir.

Tvær váðametingar eru eisini gjørdar fyri verkætlanina. Ein fyri hvussu ein slíkur tunnil kann byggjast og ein viðv. trygdini í einum slíkum tunli, tá hann er tikin í nýtslu. Metingin er, at Suðuroyartunnilin kann gerast við nøkrum eyka trygdartiltøkum í mun til Sandoyartunnilin.

Ætlanin er at Suðuroyartunnilin kemur at líkjast nógv Sandoyartunlinum í sniði og verður 22,8 km. langur. Til samanberingar eru Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin samanlagt 22,1 km langir, og minnir verkætlanin við Suðuroyartunlinum í vavi tí nógv um verkætlanina við Eystur- og
Sandoyartunlunum. Tann verkætlanin kostaði 2,6 milliardir krónur í 2019 prísum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo