Í dag er fyrsta umfar í stóru fótbóltskappingin millum skúlaflokkar í øllum árgangum og úr øllum landinum.
Í dag eru tað 5. flokkar so koma til Vágs og í Marghøllini í Vági er klárt at taka ímóti teimum útvið 400 næmingum úr 5. flokki, sum fara at kappast til Skúlafótbólt í dag.
Saman við BankNordik og Fótbóltssambandi Føroya gleða vit okkum at taka ímóti 5. floks næmingum úr øllum landinum.
Fylgjast kann við degnum á facebook síðuni Skúlafótbóltur og á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo