Betri Trygging: Fyrra hálvár í ár hevur Betri Trygging rindað 142 milliónir kr út í skaðaendurgjøldum. Hetta er væl meiri enn fyrra hálvár í fjør. Hartil er talið av tryggingartakarum vaksið munandi, samstundis sum fólk tryggjað seg betur og tekna fleiri tryggingar. Hálvársroknskapurin er tvíbýttur: tryggingarvirksemið gongur væl, meðan íløguvirksemið í løtuni gongur minni væl.
Samfelagshjólini mala nú aftur við fullari ferð og virksemið í landinum hevur av álvara tikið dik á seg aftur. Tað sæst aftur á mongdini av skaðum, sum Betri Trygging hevur endurrindað seinasta hálvárið. Eftir tvey ár við lágum virksemi og fáum skaðum er ferð nú komin á aftur og skaðatølini vaksa.
- Sum heild eru nú væl fleiri skaðar enn undanfarin ár, men harafturímóti eru miðalskaðarnir smærri. Vit síggja eitt nú, at fólk eru farin at ferðast aftur, og tí er talið av ferðaskaðum nú hægri enn tað var, áðrenn korona, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.
Fyrra hálvár hevur Betri Trygging endurrindað tveir stórar skaðar, meðan eingin stórur skaði var í fjør.
Tað merkist eisini, at fólkatalið økist, tí talið á kundum hjá Betri Trygging er seinastu árini vaksið munandi, samstundis sum fólk nú tryggja seg betur og hava fleiri tryggingar, enn tey høvdu fyrr. Saman við góðari fíggjarstýring hevur hetta við sær, at úrslitið fyri tryggingarvirksemið er gott.
Hinvegin hevur íløguparturin verið væl lakari enn undanfarin ár. Orsøkirnar til tað eru tær somu, sum aðrastaðir: ótryggleiki á marknaðinum, kríggið í Ukraina, vaksandi inflatión og hækkandi rentur.
- Vit kunnu siga, at hálvársroknskapurin vísir eitt tvíbýtt úrslit. Hóast íløgurnar í løtuni geva undirskot, er tryggingartekniska úrslitið gott, og vit hava eitt sterkt og væl rikið felag. Solvensurin er hækkaður síðani í fjør, tí álitið á felagið er gott, bæði innanlands og uttanlands, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo