Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Uttanríkis- og Mentamálaráðið (UMMR) er arbeiðsgevari hjá starvsfólkunum í føroyska fólkaskúlanum. UMMR hevur sum fremstu uppgávu at tryggja góðar karmar, so starvsfólkini í fólkaskúlanum kunnu útinna ta týdningarmiklastu uppgávuna, sum er at tryggja útbúgving og dannilsi til okkara framtíðar borgarar.

Fólkaskúlin er drigin inn í eina sáttmálatrætu millum KAF, Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Ístaðin fyri at halda trætuna har, sum hon eigur heima, hevur Fíggjarmálaráðið blakað trætuna inn um skúlagátt – og UMMR góðtekur og stendur tá fremst fyri at fara illa við sínum egnum starvsfólkum.

Eftir at Pedagogfelagið lýsti 24 tímar langt súmbolskt verkfall, lýsir arbeiðsgevarin verkbann. Tá biður UMMR skúlastjórar velja út, nakrar av teirra verkbansraktu starvsfólkum at koma aftur til arbeiðis og harvið fáa løn, og eisini skal skúlastjórin boða hinum starvsfólkunum frá, at tey framvegis eru verkbansrakt og fáa onga løn.

Tað kunnu illa finnast verri mátar av einum arbeiðsgevara at handfara starvsfólk. Og tað finnast valla betri mátar splitta starvsfólkahópin í atomir enn júst hesin mátin, sum sama UMMR ger við at skapa eina so rotna støðu.

Hesi starvsfólk, sum koma aftur í verkbansrakt arbeiðisøki, skulu nú klára dupult so nógvar uppgávur, tí hin helmingurin av teirra starvsfeløgum sleppur framvegis ikki til arbeiðis. Vit síggja í okkara skúla, at tað ávirkar børnini innan serøkið hart, og er eisini trupult fyri teirra foreldur, nú børnini bert sluppu í skúla annan hvønn dag.

Verkbannið rakar eisini Brúnna (forskúlan), har børnini bert kunnu koma í skúla annan hvønn dag, tí 4 av 7 starvsfólkum eru rakt av arbeiðssteðginum. Ein onnur keðilig avleiðing av hesum er, at foreldur verða noydd at biðja sær frí úr arbeiði, um tey ikki hava annan ansingarmøguleika fyri teirra børnum. Fyri okkurt barnið rakar hetta so meint, at tað als ikki kann koma í skúla, meðan verkbannið er.

UMMR varðar eisini av børnum á serøkinum – og eiga at vera fullgreið um, at hesi børn hava tørv á sínum vanligu kørmum. Men tað tykist ikki at vera UMMR greitt, tá tey halda, at tað er fínt at koyra við hálvari manning. Enn eina ferð uppliva vit, at námsfrøðiliga arbeiðið í skúlunum ikki er serliga høgt í metum.

Aldrin fyrr hevur tađ veriđ so týðiligt, at virðingin fyri tí námsfrøðiliga arbeiðinum í skúlum ikki er til staðar. At UMMR meldar út, at øll børn skulu aftur í skúla, men veitur skúlunum hálva manning er óvirðiligt fyri allar partar! Tađ er púra burturvið.

Um nýggi leiðslustílurin fyri Føroya Land er, at hálv manning kann gera fult so gott arbeiði, so vilja vit viðmæla, at man fylgir góðum leiðslusiði og byrjar við toppinum: Send helvtina av landsstýrinum, løgtinginum og av øllum embætisfólkunum heim. So kunnu vit hittast aftur um hálvt ár at vita, um tað kom líka nógv burturúr.

Hóast Fíggjarmálaráðið eftir 2 døgum og staðiligari áheitan frá skúlanum gav undantaksloyvi til, at tveir námsfrøðingar afturat kundu koma til arbeiðis í sertoyminum, so eru framvegis 7 fólk heima, 3 í skúlanum og 4 á Brúnni. Hetta merkist hjá bæði børnum og vaksnum.

Onnur fakfeløg kunnu enda í somu støðu sum Pedagogfelagið, um hetta verður framtíðar leistur hjá almenna mynduleikanum at handfara sáttmálatrætur. Á hendan hátt kann arbeiðsgevarin skræða sundur alla tign og virðing fyri starvsfólkum sínum og teirra fakøki – fyri síðani at undrast á, hví tað gerast færri og færri, sum vilja arbeiða innan hesi øki.

Vit í Skúlastýrinum fyri Runavíkar Kommunuskúla vilja takka starvsfólkunum í Runavíkar kommunuskúla fyri, at tey gera sítt allarbesta fyri at næmingarnir fáa ein góðan skúladag hvønn dag, eisini nú vit eru mitt í próvtøkutíðini. Men hóast øll gera sítt besta, so kann tað ikki gerast nóg gott, tá fleiri starvsfólk hava mangla og enn fleiri fara at mangla í komandi viku.

Vit vilja við hesum heita á arbeiðsgevararnar og Pedagogfelagið at finna eina loysn á trætuni og ikki aftur seta næmingar, starvsfólk og foreldur í fólkaskúlanum í eina so ørkymlandi støðu.

Nú próvtøkurnar eru í hæddini, kunnu vit staðfesta, at myndugleikin, Uttanríkis- og Mentamálaráðið, er dumpað, og tað við einum braki.

Skúlastýrið fyri Runavíkar Kommunuskúla

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo