(Lasse Klein: Lívssøgan hjá lokalari legendu, var skrivað 1. mai 2002)
Óli Chr. Danielsen í Saltangará ætlaði at gerast prentari og fór í læru á Dimmalætting. Men tann dreymurin var av ongum. Boð vóru eftir honum tá hann og familjan upplivdu størstu sorg, sum eitt menniskja kann koma út fyri. Hetta var orsøkin til, at lívsleið hansara varð beind aðrar vegir – í bilvinnuna.
Tann 1. januar fór 20. øld aftur um bak og 21. øld tók við, og fólk, sum upplivdu byrjanina og miðjuna av 20. øld, mundu vera ræðslusligin av øllum tí, sum fólkið noyddist at tola í hesi øldini, sertakliga tá hugsað verður um stóru kríggini og bardagarnar landanna millum, og møguleikarnar fyri at menna einstaklingin og tjóðina annars vóru sera smáir. Summi vildu vera við eingir, meðan onnur júst av somu orsøkum brutu upp amar og fóru til verka.
Tá ið eg tríni inn heima hjá Óla Christiani Danielsen í Saltangará, stendur hann har so blíðsnýðaður og tekur ímóti. Nakað burturfrá stendur konan, og visti tú ikki betur, so hevði tær ikki komið til hugsa, at tey í apríl 1999 hátíðarhildu gullbrúdleypsdag sín sman við famlju, vinum og kenningum. Ung vóru tey, tá tey gingu saman í hjúnalag, hon 17 og hann 19 ár. Børn fingu tey, átta í tali, fimm døtur og tríggjar synir.
Eftir at tey høvdu lovað hvørjum øðrum trúskap, byrjaði veruliga lívsleið teirra. Hond í hond gingu tey saman, og nú tey eru komin upp í árini, kunnu tey við góðari samvitsku líta aftur um bak, og, hóast strævin ár, takkað Gudi fyri farnar tíðir.
Prentaralærlingur á Dimmalætting
Óla Christian Danielsen, ella Óli hjá Debusi, sum hann vanliga verður nevndur millum manna, er borin í heim 8. desember 1930. Foreldur hansara vóru Jenny, f. Thorkidshøj, av Nesi, og Debus Danielsen úr Saltangará.
Pápin var sjómaður og tí nógv burtur. Seks ára gamal fór Óla Christian í skúla á Glyvrum. Hetta var í 1936, og Kristian Bjarnadal var fyrsti lærari hansara, og eitt tíðarskeið, meðan mamman var sjúk, gekk hnn í gamla skúla á Toftum, har Hans J. Højgaard var lærari.
Hugurin hjá Óla Chistiani stóð til sjógvin, eins og hjá so mongum øðrum dreingjum tá í tíðini, meðan aðrar umstøður høvdu við sær, at hann fór í læru sum prentari á Dimmalætting í 1945. Hóast hann var stutt í hesum starvi, so minnist hann væl blaðstjóran G. L. Samuelsen og somuleiðis Eiden Müller, sum tá var blaðmaður á Dimmalætting.
Um somu tíð, sum hann byrjaði sum prentaralærlingur byrjaði Benny Samuelsen í sama yrki, og sum seinni eisini gjørdist blaðstjóri á Dimmalætting. Hann minnist væl hesi fólkini sum góðar arbeiðsfelagar og hevur serstaka góð minni frá tíðini sum prentaralærlingur á Dimmalætting.
Sótt herjar
Men brádliga var tað sum gingu himmal og jørð undir. Grundvøllurin varð tikin undan honum og familjuni, og hann upplivdi størstu sorg, sum eitt menniskja kann koma út fyri.
Tað var tað minniliga árið 1946, at meslingar og tuberklar gingu, og móti sjúkunum munaði mannavit og framskygni einki. Heldur ikki eyðmjúkar bønir munaðu nakað, og hin ræðuliga sóttin fór at vísa síni pínufullu eykenni.
Hvørki læknar ella heilivágur tóktust at vera til gagn móti sóttini, og eingin skilti atvoldina, og kundu tí ikki velja teir røttu heilivágirnar ímóti henni. Og ókunnugestur kom á gátt og gjørdi um seg, tá eyðkennini vóru komin.
Megin hjá sóttini var stór, og hon leyp á tann fríska, hvørji tey so enn vóru, og øllum var greitt, at jarðarlívið er stokkut og haraftrat merkt av angist og trega og ótaldar vandar, so at tey, ið upplivdu hendingarnar, høvdu fingið mein av teimum, litu tey ikki á Gud og náði hansara og fingu mátt frá honum.
Familjan í Saltangará var hart rakt. Tey vóru seks systkin og trý teirra doyðu. Tað vóru einans 21 dagar frá tí, at tað fyrsta doyði til tað næsta fór av verðini, og nakað senni tað triðja. Tríggjar jarðarferðir í tríggjar mánaðir: fimm ára gamli Símun, sjey ára gamla Karolina og átjan ára gamli Poul Niklái.
Poul Niklái og Óli vóru nógv saman, so saknurn var stórur.
Lunnar undir lívsleiðina
Ætlanin um at gerast útbúgvin prentari varð alt í einum slept. Boð vóru eftir Óla Christiani. Pápin, ið var nógv burtur sum stýrimaður og skipari, hevði brúk fyri hansara hjálp heima.
Seinni, tá umstøðurnar lagaðu seg betur heima, eydnaðist Óla Christiani at sleppa til skips. Hann fór við Norðbúgvanum á heysti 1946. Skipari var Hans Pauli Johannesen.
Teir fiskaðu undir Íslandi, bæði við Eysturlandið og Vesturlandið og fingu fulla last eftir stuttari tíð tann fyrsta túrin. Seinni fór øll manningin á Norðbúgvanum um borð á Jóannes Patursson, sum Pf. Uvak í Havn átti.
Í 1948 fór Óli í land. Tók koyrikort og byrjaði virksemi sítt á landi.
Hann hevði møtt eini ungari gentu úr Rituvík, og kærleikin teirra millum hevði við sær, at tey gingu saman í hjúnalag 14. apríl 1949. Konan, Jona, er dóttir Onnu Malenu, f. Samuelsen, úr Kollafirði, og Tummas Hans Petersen úr Rituvík.
Óli dylur ikki fyri, at hann allar dagar hevur havt áhuga fyri bilum, og longu í 1949 keypti hann sín fyrsta lastbil. Støðið varð nú lagt undir virksemi hansara, og hóast kreppuárini síðst í 1980- og fyrst í 1990-árunum er virksemið økt.
Áræði og seiggi
Í 1959 byggir Óla Christian í Saltangará. Byrjar at selja bensin og byggir fyritøkuna upp, so hvørt ráðini eru. Stutt eftir sá bilverkstaðurin dagsins ljós, og uppaftur seinni matstovuvirksemið.
Tá flest fólk hava abeitt hjá Óla, hava tey verið 44 í tali. Nógvir bilmekanikarar hava lært hjá honum gjøgnum árini.
Bilsøgan hevði uttan iva verið fátækari uttan Óla, tí hann var tann fyrsti, sum átti kranabil í Føroyum, og eisini tann fyrsti, ið átti lastbil við boogie-hjólum.
Politistøðin í Eysturoy helt til í leigaðum hølum hjá Óla í samfull 22 ár, til flutt var inn í nýggja politistøð í Runavík í 1986.
Eisini á øðrum økjum hevur Óli gjørt vart við seg, var ein av teimum ídnastu at stuðla tiltakinum at fáa ferðaskipið Norrönu til landið í 1983, tók stig til at byggja Polaris, átti tveir sandbátar og taldist millum teirra, sum tóku stig til at byggja Jaspis og Ametyst og at endurreisa felagið seinni.
Einki reyp hoyrist frá Óla, tá ið tú skiftir orð við hann um virksemi hansara. Sáttliga greiðir hann frá lívslongu royndum sínum, og tað skilst, at kona hansara Jona hevur verið eins íðin og hann í øllum virkseminum, og tá ið eg so spyrji, hvørjir eginleikar krevjast til tess at byggja upp eina slíka fyritøku, svrar hann: »Stríð og strev og ídni og miðvíst arbeiði. Og tú mást altíð vera til reiðar at vága nakað.«
Vit mugu ásanna orðini: At taka eina týdningarmikla avgerð er lætt, men veruliga at fara undir hana, er nakað annað. Ein vinnulívsmaður verður drivin av egnu megi sínari. Eigur tú ikki hesa megi, ert tú ikki vinnulívsmaður, og eingin fær hjálpt tær.
Framskygdar avgerðir
Óli hevur eisini havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og hevur altíð fylgt væl við. Og hesin áhugi hevði við sær, at hann varð valdur í Runavíkar Býráð í 1974, har hann hevði sæti til 1984, tá hann ikki stillaði uppaftur. Hetta var eitt spennandi og forvitnisligt tíðarskeið.
Fleiri byggibúningar fóru fram á havnarøkinum, og Óli var formaður í havnarnevndini, sum annars var mannað við tveimum navnframum býráðslimum, sum seinni gjørdust býráðsformenn, Martin Olsen úr Søldarfirði og Hans T. Olsen úr Runavík.
Um hetta mundið flutti Timburhandilin og Eysturoyar Heilsøla út í Rókalandið og byggibúning varð gjørd undir Mekanik. Stig varð eisini tikið til at byggja frystigoymslu. Tað var kommunan, sum bygdi. Fyrstu tíðina leigaði Lynfrost hana, seinni varð hon seld Joen J. Jacobsen.
Ferðslan í havnini vaks við miklari ferð, og tí var neyðugt at gera eina ætlan um ferðsluna: fiskivinnuhavn sunnanfyri, smáu bátarnir í Akkerskeri og farmahavn norðanfyri. Heildarætlanin fevndi um alt havnarøkið og heilt inn á Bakka á Gyvrum, umframt at ein 100 metra atløgusíða varð gjørd á havnarøkinum.
Í teimum árunum vórðu eisini havnirnar í Søldarfirði og á Bakka útbygdar.
Framvegis virkin og fylgir við
Tá ið støða skuldi takast til hvat skuldi gerast við allan útgrevsturin í kommununi, vísti havnarnevndin á økið niðri í fjøruni á Líknagøtu, og tann avgerðin er at fegnast um, og er í dag grundarlagið undir útbyggingini av havnini annars.
Óli sigur, at hetta var ein spennandi tíð, og hann er fegin um at hava verið ein partur av henni.
Á mentunarøkinum hendu eisini stór framstig: skúlin í Runavík varð bygdur, ítróttahøllin og fótbóltsvøllurin, umframt at ferð kom á at byggibúgva grundstykki eftir at byggisamtyktin, sum Skaarup & Jespersen høvdu gjørt fyri kommunna, var samtykt.
Men tílík arbeiði høvdu ikki verð møgulig, áttu vit ikki framskygdar kommunalpolitikarar. Og í hesum sambandi nevnir hann umframt teir í havnarnevndini: Dia P. Johannesen, ið tá var býráðsformaður og sum búði á Glyvrum (nú Nesi), Arnhold Olsen, Rituvík, Hans J. Lamhauge, Lamba, Hans Jacobsen, Glyvrum, Asfinn Sigvardsen, Saltangará og núverandi býráðsformannin Jákup Lamhauge, Saltangará.
Um fáar vikur kann Óla Christian Danielsen hátíðarhalda 70 ára føðingardag sín. Hann og konan eru framvegis virkin og fylgja væl við. Tey hava 28 abba- og ommubørn og fimm langabba- og langommubørn.
Tey brutu upp um armar og tóku við teimum avbjóðingum, sum 20. øld hevði við sær og kunnu nú líta yvir ein drúgvan arbeiðsdag, har tey í trúsemi vildu hava alt at vignast og bera til.
Seinnu árini hevur Óli fingist við jarðarbrúk sum ítrív í frítíðini. Hevur seyð og kálvar, dunnur og gæs, hoyggjar o. s. fr. Hetta ítriv er hann fegin um, tí tað ríkar tilveruna á ein serstakan hátt.
---------------
NB: Hendan greinin var skrivað 1. mai 2002. Óli og Jona eru ikki longur ímillum okkara. Tey høvdu stóran týdning í lokal samfelagnum, og teirra leiklutur verður ongantíð gloymdur. Æra verði minni teirra.
Lasse Klein
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo