Vága kommuna: Borgarstjórin setti í morgun fyrsta grabbin í útstykkingina við Olivarsveg í Miðvági.
Í útstykkingini eru 13 grundstykkir umframt at hon gevur atgongd til eitt privat grundstykki.
Ein felags rottangi verður gjørdur til øll stykkini.
Útstykkingin liggur í einum sera barnavinarligum umhvørvi. Stutt er til sparkivøll, spælipláss og trivnaðarøki. Sera gott samanhald er millum grannarnar í býlinginum, har útstykkingin liggur. Tey skipa fyri nógvum tiltøkum í felag.
Útsýnið er sera gott, plássið er veðurgott og tú sært sólina alt árið.
Skjótt er til handils. Bónus, FK og Rúsan eru bert nøkur fá hanagleiv frá útstykkingini.
Sera stórur eftirspurningur er eftir grundstykkjum í Miðvági. Eini 15 sethús eru í ger ella vera bygd komandi árið og 38 fólk standa á bíðilista til at keypa grundstykki.
Fleiri myndir síggjast her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo