Tórshavnar kommuna: Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs samtykti tíðliga í vár at skriva út navnakapping um nýtt navn til Tórshavnar Kvøldskúla.
Freistin at senda uppskot inn til navnakappingina var 3. apríl 2020 kl. 12:00, og tá freistin var farin, høvdu 93 fólk latið uppskot inn.
Nøkur sendu fleiri uppskot inn, og samanlagt eru yvir 200 uppskot komin.
Ein dómsnevnd við umboðum fyri Tórshavnar Kvøldskúla og umsitingina í Tórshavnar kommunu hevur mett um uppskotini og gjørt tilmæli til Mentamálanevndina at taka støðu til.
Mentamálanevndin hevur umrøtt málið, men nevndin hevur útsett avgerðina um navnið til í heyst.
Sostatt varðveitir kvøldskúlin navnið Tórshavnar Kvøldskúli eina tíð aftrat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo