- Tað var upp á tal at seta tveir nýggjar hjálpimotorar í Smyril her í heyst, men tað er útsett, sigur stjórin í svari til VP.
- Møguliga verður tað gjørt komandi ár – alt eftir støðuni við teim fýra hjálpimotorunum í síni heild.
- Um niðurstøðan verður, at tað ikki skal gerast í 2024, so má tað í seinasta lagi gerast í 2025, tá ið Smyril fer til 20 ára klassaeftirlit/í dokk, sigur Niels Juel Arge, stjóri í SSL, í svari til VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo