24. oktober hevur poppbólkurin Lukas Graham konsert í høllini á Hálsi í Havn, og góðar 20 tímar eftir at forsølan byrjaði, er greitt, at konsertin er útseld.
1800 fólk hava tryggjað sær atgongumerki til konsertina við helst best umtókta poppsangaranum á okkara leiðum í løtuni.
Lukas Graham spældi á Summar Festivalinum í august, og tá var bólkurin stórliga fagnaður. Tað var í tí sambandi, at Lukas Graham lovaði føroyingum at koma aftur til Føroya at spæla seinni í ár.
Lukas Graham er í heyst á konsertferð í sambandi við nýggju útgávuna, og hendan konsertferðin byrjar í Føroyum tann 24. oktober.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo