Um trý tíðina síðstu nátt kom fráboðan um, at ein útróðrabátur var farin á land norðanfyri.
Skiparin boðaði frá og bað um hjálp.
Brimil og bjargingarbáturin Rescue Ziska fóru til hjálpar, men áðrenn teir komu fram kom flóðin og báturin flotnaði av sær sjálvum og sigldi sjálvur til lands.
Ongin stórvegis skaði stóðst tó av hendingini, hvørki á bát ella fólk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo