MRCC fekk stutt eftir klokkan fimm í gjár fráboðan um, at ein útróðrabátur, sum var staddur nakað sunnanfyri Vágoynna, var farin at leka og bað um hjálp. Tyrla varð send á staðið, og ein bjargari frá tyrluni settur umborð, men skjótt varð staðfest, at lekin var ikki størr enn so, at báturin fór at kunna sigla til lands sjálvur.
Bjargingarbáturin Rescue Sverri kom eisini á staðið, og fylgdi neyðstadda bátinum inn á Miðvág.
Tað tók um tveir tímar frá tí at fráboðanin kom og til tiltakið alt varð avblást.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo