![Kim Dennis](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/d/f/csm_Kim_Dennis_c6941786d6.jpg)
![Yvirlit 09](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/d/5/csm_Yvirlit_09_860f1cd7d4.png)
![Kim Dennis](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/d/f/csm_Kim_Dennis_c6941786d6.jpg)
![Yvirlit 09](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/d/5/csm_Yvirlit_09_860f1cd7d4.png)
Norðlýsið: Mangt bendir á, at ein, ið stendur til at fáa ágóðan av broytta svartkjaftabýtinum frá Dennisi Holm, samgongupolitikara, er ein annar samgongupolitikari, nevniliga løgtingsmaðurin Kim Durhuus í Javnaðarflokkinum.
Sambært útskrift frá Skrásetingini er Joakim Suni Durhuus stjóri og veruligur eigari av Sp/f 14.05, sum eigur 30% av Gráasteini, sum aftur eigur í Biritu, samgongan hevur í umbúna at útluta svartkjaftakvotu til. Joakim Suni Durhuus og Kim Durhuus eru ein og sami maður, skrivar Norðlýsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo