Búskapur & Vinna: Seinasta sendingin av Búskapi & Vinnu á Rás 1 hjá Televarpinum er nú tøk á netinum. Í sendingini umrøður verturin Johnny í Grótinum búskaparligu útlitini í kjalarvørrinum av bankakreppunum í mars. Hetta ger hann saman við Hjalta Mohr Jacobsen, íløguleiðara í BankNordik, sum í bankanum hevur ábyrgdina av íløguráðgevingini.
RUMBUL Á BØRSUNUM AV BANKUNUM
Nú trúðu vit akkurát, at tað ringasta var yvirstaði, tá 2022 sum eitt slag av annus horribilis á børsunum var lagt afturum. Men eftir framgongd á partabrævamarknaðunum fyrstu tveir mánaðirnar av 2023, fingu marknaðirnir knappliga ein ordans hvøkk mitt í mars, tá tveir amerikanskir bankar fóru av knóranum og stóri sveisiski Credit Suisse mátti yvirtakast av UBS.
Hvussu hevur hýrurin verið á Íløgudeild bankans hesar síðstu vikurnar? Eru kundarnir óttafullir og selja út av partabrøvunum?
"Kundarnir hava tikið ímóti rumblinum á børsunum við stórum tolni" svarar Hjalti Mohr Jacobsen. "Tað tykist sum, at vit øll eru blivin meira von við stóru útsveiggini. Serliga tey, sum upplivdu ógvusligu kurslækkingarnar eftir koronu, og sum eftirfylgjandi sóu enn størri kurshækkingar. Tey eru tolin og vænta sær avkast upp á sikt."
Hóast partabrævakursirnir fullu ógvusliga eftir bankahúsagangirnar í mars, so eru kursirnir komnir væl og virðiliga fyri seg aftur longu nú. Vísitøl fyri altjóða partabrøv hækkaðu við áleið 15 prosentum í fyrsta ársfjórðingi.
BÚSKAPARVØKSTUR HÓAST ALT
Fyri at skilja jaligu gongdina á partabrøvunum higartil í ár, kann tað vera skynsamt at hyggja eitt sindur nærri at grundleggjandi altjóða búskaparstøðuni og útlitunum. Herfyri kom Danske Bank við eini dagførdari greining av teirra útlitum fyri stóru búskapirnar, sum Hjalti og Johnny umrøddu í sendingini. Evropa og USA eru størstu útflutningsmarknaðirnar fyri føroyskar vinnufyritøkur, tí er tað eisini viðkomandi innlit fyri føroyingar.
Á myndini aftanfyri teir báðar sæst forsøgnin hjá Danske Bank fyri amerikanska búskapin, sum jú framvegis er lokomotivið í heimsbúskapinum.
"Útlit eru til lítlan men framvegis positivan búskaparvøkstur í USA í 2023 og 2024" greiðir Hjalti frá. "Inflasjónin í USA væntast at lækka frá átta prosent í fjør til fýra prosent í ár. Og longu næsta ár væntast inflasjónin í USA at vera komin niður á tvey prosent, sum er málið hjá FED."
Talan er eisini um eitt stórt umskifti, har rentan er farin frá at vera stórt sæð nulll fyri einum ári síðani til 4,75% nú og væntast at hækkað til 5,25%.
Er váði fyri at USA endar í eini veruligari búskaparkreppu?
"Váðin er har, ja, tí ógvusligu rentuhækkingarnar eru gjørdar fyri at tálma íløguhuginum og minka um eftirspurningin" svarar Hjalti. "Tað er eisini orsøkin til, at Danske Bank longu næsta ár væntar, at amerikanska rentan lækkar aftur til 4,25%."
Leinkja til seinastu sendingina er her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo