Útlendska íløgufelagið Sprucegrove Investment Management við heimstaði í Kanada eigur nú yvir 5% av Bakkafrost.
Hesum boðar Bakkafrost frá.
Tá luturin hjá einum eigara fer upp um 5%, skal hetta fráboðast á marknaðinum.
Sprucegrove Investment Management umsitur virðisbrævaognir fyri privatfólk, fyritøkur og onnur "on a fully discretionary basis" sum skrivað stendur á heimasíðuni.
Partabrævið hjá Bakkafrost er fallið nakað í virði í seinastuni, og tað hjálpti ikki, at ILA varð staðfest í nøkrum fiskum herfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo