KVF: Føroyingurin Lars Larsen, sum býr í Juelsminde, eigur 35 prosent og tað sama ger Yuying Huang, sum eisini eigur 35 prosent, ella 70 prosent samanlagt. Yuying Huang býr eisini í Juelsminde, skrivar KVF.
Gestur Hovgaard, sum arbeiðir við lærda háskúlan í Nuuk í Grønlandi og hevur adressu á Kirkju, eigur saman við konuni Anna Katrin Matras, við adressu í Havn, 25 prosent, meðan Eyðstein Eyðunsson Elttør, sum býr í Klaksvík, eigur 5 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo