Fyri tveimum vikum síðani komu tveir fremmandir vinnukavarar til Føroyar at eftirútbúgva seg innan vinnukaving.
Útbúgvingin teir ikki hava møguleika at fáa í heimlandi sínum, er kaving við luftveiting frá vatnskorpuni ella slangukaving.
Slíkar útbúgvingar verða ikki longur avgreiddar í londunum har teir búgva. Kavararnir eru úr Íslandi og Danmark, upplýsir Faroedive í tíðindaskrivi.
Á myndini síggja vit danska fornfrøðingin Christian Thomsen gera seg kláran at kava. Christian arbeiðir dagliga við fornfrøði í sjónum í Danmark.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo