Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgmálaráðið: Frá fyrradegnum 1. septembur 2024 fóru flestu mál innan útlendingaøkið undir føroyskan avgerðarmyndugleika.

Broytingin mekir, at allar umsóknir um varandi og fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi, sum t.d. viðvíkja familjusameining, arbeiði (eisini gjøgnum ítróttaravtalur, Fast Track-avtalur og ES-lóggávu), sjálvstøðugt vinnurekandi, lesandi, starvsnæmingar, granskarar, trúboðarar, og teirra familjur, umframt au pair-umsóknir, framyvir verða viðgjørdar av Útlendingastovuni.

Framvegis verða tó mál um visum, friðskjól, útvísing og ríkisborgararætt ikki avgreidd av føroyskum myndugleikum. Í slíkum førum kunnu danskir útlendingamyndugleikar enn veita neyðuga vegleiðing og ráðgeving.

Fleiri upplýsingar um mannagongdir, kærumyndugleikar og annað kunnu finnast á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo