Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Í vár legði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, fram uppskot um broyting í Heilsutrygdarlógini.

Broytingin gevur føroyingum, ið gjalda til sosiala skipan í øðrum Norðanlandi, undantak fyri at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum.

Í gjár varð lógaruppskotið endaliga samtykt á Føroya Løgtingið.

“Løgtingið hevur samtykt at fylgja Nordisk Konvention om social sikring, og tí er tað eisini av stórum týdningi, at føroyska lóggávan verður tillagað soleiðis, at hon samsvarar við millumlanda sáttmálan”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Samsvar er nú ímillum Heilsutrygdarlógina og Nordisk Konvention om Social Sikring viðvíkjandi heilsutrygdargjaldi. Við lógarbroytingini kann ein føroyingur, ið arbeiðir í einum Norðanlandi, sum er  fevnt av Nordisk Konvention om social sikring, søkja um undantak at rinda heilsutrygdargjald.

Hetta merkir at omanfyri nevndu borgarar, sum rinda til aðra sosiala skipan, hava ikki skyldu til eisini at rinda heilsutrygdargjald, men varðveita rættin til heilsutrygdarveitingar sambært §1 í Heilsutrygdarlógini.

Lógarbroytingin kemur í gildi 1. juli í ár, men hevur virknað frá inntøkuárinum 2024. Tað vil siga, um ein umsøkjari søkir um undantak frá heilsutrygdargjaldi t.d. tann 3. august 2024, hevur umsóknin virknað fyri inntøkuárið 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo