Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Krígsbrotsmaðurin Putin hevur góðar dagar, hann sleppur at myrða, drepa og sorla Ukraina sundur og saman: sjúkrahús, íbúðahús, sethús, skúlar, skaðastovur, barnagarðar, vøggustovur, og børn í hópatalið verða dripin, og fólk í hópatali flýggja undan ræðuleikunum, uttan at almennu Føroyar á øllum økjum seta tiltøk í verk sum hava við Russland og russisk áhugamál at gera.

Hetta hendir eisini meðan Mariupol har suðuri í Ukraina - júst í hesum døgum verður bumbaður sundur og saman. Sorgarleikurin tekur ongan enda.

Hetta er í andsøgn við tey menniskjaligu og hjartanemandi hjálpartiltøkini sum Føroyingar annars í hesum døgum veita av hjálp til fólk úr Ukraina, og sum hava sýnt fólkinum í Ukraina samkenslu.

Bretar hava stongt sínar havnir fyri russiskum skipum, men almennu Føroyar lata ikki við seg koma.

Nærum øll lond í heiminum hava sett strong tiltøk í verk, so sleppur Putin og russar væl frá sínum sorli, oyðing og týning í Ukraina, og skip teirra sleppa at liggja trygg og fjálg í Føroyskum havnum.

Almennu Føroyar eiga at útihýsa alt sum hevur við russisk áhugamál at gera á øllum økjum.

Lasse Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo