Sunnudagin kl. 11.00 skipar Argja kirkja fyri útigudstænastu á AB-vøllinum fyri øll.
Hetta er aðru ferð, at Argja kirkja heldur gudstænastu á vøllinum á Argjum. Seinast var jólaaftan 2021.
- Nú er summar og høvi hjá Argja kirkju at fara undir tað vanliga virksemi á henda hátt, sigur Bergur Debes Joensen, prestur.
Undir gudstænastuni framførir kvinnubólkurin Tabitha, og aftaná verður kirkjukaffi og okkurt søtt og sunkist til børnini, siga fyrireikararnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo