Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Útgjaldið úr barsilskipanini er ikki broytt í 20 ár.

Í 2004 bleiv ásett, at útgjaldið úr barsilsskipanini skuldi verða í mesta lagi 25.000 kr.

Í 2023, 20 ár seinni, er útgjaldið úr barsilsskipanini enn í mesta lagi 25.000 kr.  Sama gjald sum fyri 20 árum síðan. Hetta er ikki livikor, vit sum samfelagið eiga at bjóða foreldrum.

Um útgjaldið úr barsilsskipanini hevði fylgt lønarvøkstrinum, átti hetta gjald í dag at verið um 40.000 kr.

Her hevur politiski myndugleikin sovið í tímanum.

Tað eigur ikki at gerast ein fíggjarligur smeitur at blíva foreldur.

Vit sum samfelag burdu skipa okkum soleiðis, at foreldur blivu fagnað og givið teimum ein blíðan start uppá foreldratilveruna. Framtíðin hjá Føroyum er bundin at, at tað verða fødd nógv børn í Føroyum.

Í seinastu eru uppskot komin fram í løgtinginum, har tað verður skoti upp, at hækka útgjaldið við 2-3.000 kr. um mánaðin. Hettar er ikki nøktandi.

Lønarvøksturin hesi seinastu 20 árini hevur verið yvir 53%. Hækkingin úr Barsilsgrunninum hettar sama tíðarskeið er 0,0%.

Tilmæli frá Samverk og Føroya Handverkarafelag er tí, at hægsta barsilsgjaldið hækkar til í minsta lagi til 40.000 kr. um mánaðin.

Hækkingin eigur at vera longu frá 1.1.2024, og so má gjaldið til barsilsskipanina setast hareftir.

Fyri at umganga, at gjaldið á í mesta lagi 40.000 kr., aftur kemur at hanga fast tey næstu 20 árini, eigur útgjaldið úr barsilsskipanini blíva regulerað eftir einum útvaldum lønarkarmi á arbeiðsmarknaðinum. T.d. um lønarkarmurin er 3,5%, so hækkar útgjaldið úr barsilsskipanini við 3,5%.

Við einari slíkari skipan verður tryggja, at útgjaldið úr barsilsskipanini ongantíð aftur verður afturúr siglt.

Tað eigur ikki at verða av fíggjarligum ávum, at komandi foreldur velja Føroyar frá ella frávelja at fáa sær fleiri børn.

Við einari góðari barsilsskipan, so er sannlikindini eisini nógv størri fyri, at føroyingar velja Føroyar til ístaðin fyri at velja Føroyar frá.

Lati okkum saman taka lógvatak fyri, at fáa hettar avgreitt longu nú í heyst. Tað er tað einasta virðiliga fyri komandi foreldur í Føroyum.

Pætur Niclasen, Samverk
Suni Simonsen, Føroya Handverkarafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo