Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ingun Christensen, rithøvundur, hevur givið nýggja bók út, "Marin fær ein lítlabeiggja", og í tí sambandi verður útgávutiltak leygardagin 14. september kl. 11:00 í Hósvíkar skúla á Mentanardøgum í Sunda kommunu.

Á tiltakinum verður upplestur úr nýggju bókini, og til ber at keypa bøkur hjá rithøvundinum fyri serprís. Eisini verður í stuttum sagt frá bókunum hjá Ingun Christensen, og tvær nýggjar sagnarbøkur til ung, sum koma út nú, verða sýndar fram og til keyps, tær eru "Húsfrúgvin í Húsavík" og "Løgmansdóttirin á Steig".

Tiltakið er fyri børn og vaksin, sum eru von at lurta eftir søgum.

Um bókina:
Nú er fitta gentan Marin aftur at hitta í "Marin fær ein lítlabeiggja" eftir Ingun Christensen. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina. Í hesi bókini hoyra vit um nýggja lívið hjá Marini sum stórasystir og skúlagenta. Vit hitta aftur kulu dadduna Randi, vinkonuna Amaliu, blíðu langommuna og fitta Snar. Beiggin grætur øgiliga illa, hevur klikk í búkinum og verður næstan seldur á Facebook - men tá ið avtornar er hann heimsins fittasti lítlibeiggi.

Í bókini "Marin og Hjartavætturin" hoyrdu vit um Marina, sum ofta kendi seg einsamalla, tí foreldrini høvdu so ringar stundir. Tí gav langomman henni eina løgna dukku, ein hjartavættur.

Ingun Christensen skrivar bøkur til børn og vaksin. Umframt bøkurnar um Marina hevur hon eisini skrivað bøkurnar "Eiturkoppaprinsessan", "Rani - vár og vónir", "Rani - Ein nýggj byrjan", "Skuggamyndir", "Garðvættrarnir gera uppreistur", "Annika í Dímun" og "Katrin í Toftum".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo