Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Útgávutiltak verður leygardagin 5. oktober kl. 14.00 í Reinsarínum í sambandi við, at Rakel Helmsdal gevur út nýggju bók sína ”Loftar tú mær?”

“Loftar tú mær?” er ein blíð søga um deyðan. Bókin er ein myndabók, sum bæði hevur eina vakra og inniliga søgu og vakrar myndir, sum spæla við ljós og myrkur, dýpd og lættleika. Tað er ikki lætt at tosa um deyðan ella tað at missa onkran, sum vit eru góð við. Men viðhvørt kunnu bókmentirnar seta orð og myndir á tað, sum vit ikki duga at tosa um. Og tað er júst tað, sum henda bókin ger. Bókin er góð hjá børnum og vaksnum at lesa saman og at tosa um. Søgan lýsir sjónarhornini hjá trimum systkjum, sum uppliva sorg. Huglagið er syrgið, men tó eisini lívsjáttandi.

Søgan: Aftan á døgurða verða tey send út í garðin: lítlibeiggi, systir og stóribeiggi. Lítlibeiggi uppi í trænum, systirin við drekanum og stóribeiggin við brunnin. Trý børn, sum á hvør sín hátt syrgja langommuna, sum ikki er til longur. Burtur er tað heita klemmið, tann glaða røddin og tað tryggasta brosið. Men tey hava hvørt annað …

Hóast søgan snýr seg um sorg og deyða, so snýr hon seg líka nógv um kærleikan, sum ger tað so gott at liva.

Umframt at skriva søguna hevur Rakel Helmsdal eisini gjørt allar myndirnar í bókini. Hon hevur gjørt figurar, lutir og pallmynd, og so hevur hon tikið myndir av tí.

Stuttsøgusavn hennara ”Miljuløtur” er í ár tilnevnt til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Skráin:
– Rakel Helmsdal greiðir frá bókini
– Upplestur
– Framsýning av figurum og myndum úr bókini
– Bókasøla við bókum eftir Rakel Helmsdal. Til ber at ogna sær nýggju bókina fyri serprís.

Tiltakið er ókeypis og fyri børn og vaksin, sum eru von at lurta eftir søgum.

Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar fyri tiltakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo