200: Sjeynda studioútgávan hjá 200 er komin út. REYVHEART eitur hon, og er komin út sum vinylpláta og á talgildu stroymingartænasturnar, sum td. Spotify, Apple Music og YouTube.
Og tað skal feirast!
Leygardagin á OY verður byrjað longu kl. 16, har G!festivalurin kunnger sínar nýggju G!øl og festivalgestir longu kunnu fáa sær armband.
Konsertin byrjar kl. 20.30, fyrst við RSP. Sjarmerandi og lekkru RSP, sum hava tikið allar Føroyar av fótum seinastu árini við hitti aftan á hitti.
Síðani er tað 200, sum spælir løg frá nýggju plátuni, umframt nógv gott klassiskt. Tað er trummur, bass og gittar og grefligt kjaftaslit.
200 heldur heldur stílin, og viðger evni sum kristnan dupultmoral, homofobi, nepotismu og skaðiligu langtíðarárinini av at vit eru ein koloni undir fremmandum yvirvaldi. Um Reyvheart hevur onkur longu sagt “Endiliga tann ordiliga veðraplátan!”.
Tað veðrur bæði høvi at ogna sær plátuna og nýggju tshirtina á OY leygardagin. Og um man hevur ein penn við, so stendur onki í vegin fyri at plátan veðrur signerað. Serliga um pennurin er hvítur.
Staður: OY
Dagur: Leygardagin 8/7
Tíð: G! armbond frá kl. 16, konsert frá 20.30
Kostnaður: Ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo