Hagstovan: Útflutningurin í mai er nú gjørdur upp. Í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.
Tað er útflutt meiri í flestøllum vørubólkum.
Laksaútflutningurin vaks hálvaaðru milliard krónur ella 43%, hóast nøgdin einans vaks 19%. Fyri fyrstu ferð er útflutt fyri meira enn 5 milliardir krónur av laksi í eitt ár.
Útflutningurin av makreli er vaksin 617 milliónir krónur ella 94%.
Útflutningurin til Russlands er komin niður á 13 milliónir krónur í mai 2022. Hetta er søla av brennievni og øðrum til russisk skip.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo