Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin fyrra hálvár er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 6,2 milliardir krónur. Hetta eru 321 milliónir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør. 

Størsti vøksturin sæst í bólkinum "Annar fiskur". Hesin bólkur fevnir um øll fiskasløg ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av bólkinum er mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. Tilsamans er útflutningurin av fiskavørum sum fiskamjøl, fóður, lýsi og líknandi vaksin 520 milliónir krónur frá fyrra hálvári 2022 til fyrra hálvár 2023. Hetta svarar til umleið 48 prosent vøkstur.

Útflutningurin av makreli er vaksin nakað fyrra hálvár. Vøksturin er 60 milliónir krónur ella 17 prosent.

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 156 milliónir krónur, ella 6 prosent. Nøgdin er minkað 4.782 tons, ella 15 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er laksaprísurin lækkaður.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er minkað 367 milliónir krónur, ella ávikavist 23 prosent, 2 prosent og 17 prosent. Við at samanbera virði og nøgd sæst, at prísurin á toski er á sama støði sum í 2022, meðan prísurin á upsa er farin upp, og prísurin á hýsu er lækkaður.

Útflutningurin til Russlands var 22,1 millión krónur í juni 2023. Selt var fyri 14,4 milliónir krónur av brennievni og aðrari útgerð til russisk skip, og útflutt var fyri 7,7 milliónir krónur av lodnu og makreli til Russlands.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo