Hagstovan: Útflutningurin í mars er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið apríl 2022 til mars 2023 samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Virðið vaks fyri øll fiskasløg uttan sild, meðan nøgdin samlað minkaði 5%.
Útflutningur av laksi vaks við 712 milliónum krónum ella 15 prosent. Men nøgdin minkaði góð 11 túsund tons ella 14 prosent.
Næststørsti vøkstur er 'Annar fiskur'. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 690 milliónir krónur, ella 48 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 19 prosent.
Útflutningurin av makreli vaks 152 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 13 prosent. Nøgdin minkaði 7 prosent.
Prísurin á toski og upsa heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur verið tann sami síðani summarið 2022.
Útflutningurin til Russlands
Útflutningurin til Russlands minkaði nógv á vári í fjør. Tó er útflutningsvirðið nú á sama støði sum áðrenn februar 2022.
Myndin niðanfyri vísir mánaðarliga útflutningin til Russlands og Evropa.
Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp. Í mars var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 144,9 milliónir krónur. Hetta er nakað hægri enn mars mánaðir undanfarin ár.
Sum sæst á myndini niðanfyri, sveiggjar útflutningurin av uppsjóvarfiski nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august.
Vørubólkurin 'aðrar vørur' fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum. Í mars var útflutt fyri 26,9 milliónir krónur av øðrum vørum. Hetta er vanligt fyri februar mánað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo