Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin fyrstu átta mánaðirnar av 2023 er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 8,4 milliardir krónur. Hetta eru 401 millión krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022. 

Størsti vøksturin sæst í bólkunum "Slógv og fiskaúrdráttir" og "Annar fiskur". Bólkurin "Annar fiskur" fevnir um vørur úr fiskasløgum ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. Tilsamans er útflutningurin av fiskavørum sum fiskamjøl, fóður, lýsi og tílíkt vaksin 1.041 milliónir krónur hesar fyrstu átta mánaðirnar. Hetta svarar til umleið 75 prosent vøkstur.

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 262 milliónir krónur, ella 8 prosent. Nøgdin er minkað 7.818 tons, ella 17 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 189 milliónir krónur, ella ávikavist 19 prosent, 4 prosent og 14 prosent. Prísgongdin er lækkandi fyri øll tey týdningarmestu fiskasløgini.

Útflutningurin til Russlands var 76 milliónir krónur í august 2023. Av hesum er 68 milliónir krónur uppsjóvarfiskur. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo