Hagstovan: Útflutningurin fyrstu níggju mánaðirnar av 2023 er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 9,5 milliardir krónur. Hetta eru 403 millión krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.
Størsti vøksturin sæst í bólkunum "Slógv og fiskaúrdráttir" og "Annar fiskur". Bólkurin "Annar fiskur" fevnir um vørur úr fiskasløgum ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur.
Virðið av laksaútflutninginum er minkað 192 milliónir krónur, ella 5 prosent. Nøgdin er minkað 6.669 tons, ella 13 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður.
Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 256 milliónir krónur, ella ávikavist 22 prosent, 8 prosent og 17 prosent. Prísgongdin er lækkandi fyri øll tey týdningarmestu fiskasløgini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo