Hagstovan: Útflutningurin fyri juli 2024 er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin sjey teir fyrstu mánaðirnar í 2024 samanborið við sjey teir fyrstu mánaðirnar í 2023.
Minkingin í bólkinum "Ikki fiskur" stavar fyri tað mesta frá minni útflutningi av brennievni og skipum.
Útflutningurin av laksi er vaksin 467,8 milliónir krónur. Virðið er vaksið við 16,5 prosentum og nøgdin er vaksin við 27 prosentum.
Aðrar vørur sum toga útflutningin uppeftir eru toskur og fóður. Toskaútflutningurin er vaksin 138,1 millión krónur, ella 23,8 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo