Hagstovan: Útflutningurin fyrra hálvár er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 5,6 milliardir krónur. Hetta eru 1,4 milliardir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør.
Útflutningurin av makreli er vaksin nógv fyrra hálvár. Vøksturin er 257 milliónur krónur ella 251%. Hetta kemst av, at makrelkvotan varð fiskað seinni í fjør, enn vanligt er.
Laksaútflutningurin er vaksin nógv, og har er útflutt fyri 2,6 milliardir krónur fyrra hálvár. Virðið er hækkað 565 milliónur krónur ella 28%. Prísurin er góður, tí nøgdin er minkað við 6 túsund tonsum ella 16%.
Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløguni tosk, upsa og hýsu er vaksin nógv. Mest fyri hýsu, 71%, og minst fyri upsa, har vøksturin er 38%.
Útflutningurin til Russlands var 45,2 milliónur krónur í juni 2022. Selt var fyri 32,9 milliónur krónur av brennievni og aðrari útgerð til russisk skip, og útflutt fyri 12,3 milliónir krónur av svartkjafti til Russlands.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo