Norðlýsið: - Síðstu vikurnar hava manningarnar við Akrabergi úr Fuglafirði, Emerald og Enniberg úr Tórshavn umframt Sjúrðabergi og Gadusi úr Klaksvík hildið ondini, tí løgmaður hevur stríðst fyri at sleppa at slíta fiskiveiðusamstarvið í Barentshavinum. Livibreyðið hjá áleið 250 fiskimonnum og familjum teirra er í vanda.
- Nú mugu manningarnar við teim pelagisku skipunum heimahoyrandi í øllum landinum eisini halda ondini. Tí nú hóttir russiska stjórnin við mótátøkum sum aftursvar upp á havnarstongsulin fyrr í summar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo