Sunda kommuna: Í gjár varð útbygningurin í skúlanum á Langasandi reistur. Bygningurin er umleið 80m2 til støddar í tveimum hæddum.
Í niðara partinum av útbygninginum er ætlan at gera durð, køk og baðirúm. Trappur koma at ganga uppá ovaru hæddini, har eitt baðirúm og møguliga sælur ella kamar verður gjørt.
Á fíggjarætlanini fyri 2024 eru pengar settir av til at gera bygningin lidnan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo