Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Útbyggja flogvøllin í Vágum
Spurningar:
1. Hvørjar eru ætlanirnar við at útbyggja komuhøllina á flogvøllinum í Vágum?
2. Hvørjar aðrar útbyggingar eru á skránni í næstum?
3. Hvat er tíðarætlanin fyri útbyggingunum?
4. Hvat kosta útbyggingarnar?
5. Hvussu verða útbyggingarnar fíggjaðar?
6. Nær verður byrjað at byggja?
Viðmerkingar:
Nú hevur verið frammi fleiri ferðir, at ætlanir eru at útbyggja flogvøllin í Vágum.
Bæði flogvøllin sjálvan, runt flogvøllin og komuhøllina.
Nú ferðafólkatalið um flogvøllin veksur fyri hvønn dag eftir koronufarsóttina, kann tað hugsast, at tað hevur skund at tryggja betri viðurskifti til føroyingar og ferðafólk annars, sum ferðast um flogvøllin.
Ein altjóða flogvøllur í einum landi, har yvir 50.000 fólk búgva, krevur eyðsæð at hava góð flogvallarviðurskifti. Tí er viðkomandi at fáa at vita, um neyðugt er at útbyggja beinanvegin og um viðurskiftini eftir útbyggingina svara til tørvin í nærmastu framtíð.
Harumframt er týdningarmikið at vita, hvønn leiklut landið hevur í komandi útbyggingum.
Fyri at fáa greiðu á gongdini í málinum, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 22. apríl 2022
Jóhannis Joensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo