Tað er føroyska fólkaskúlanum at frama, at eftirútbúgving verður bjóðað út, men tað má vera eitt krav, at amboðini verða raðfest samstundis. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.
Vit á Skúlanum á Giljanesi hava verið so heppin, at vit hava havt vitjan av serlærarunum Tove Jacobsen og Liljuni Thomsen, sum báðar í langa tíð hava sitið og arbeitt við at týða og tillaga ”testbatteriet” til føroyskt.
Ein kanning, ið fer í dýpdina við hugtakinum lesing, ljóðlæra, mál og minni. Hetta er eitt sera stórt og tíðarkrevjandi arbeiði, sum endiliga hevur fingið tær neyðugu sømdirnar, so arbeiðið kann gerast liðugt.
Sum við øllum øðrum arbeiði, so er tað neyðugt at hava so neyvar og góðar upplýsingar sum gjørligt, tá farið verður til verka. ”Testbatteriet” er ein týðandi partur í hesum arbeiði, tá næmingarnir skulu fáa sum mest burturúr lesingini.
Vísir tað seg, at trupulleikar eru, tá næmingarnir koma í miðdeild, so kann man kanna, fyri neyvt at staðfesta, hvar trupulleikin liggur. Tað er stórur munur á at hava eina ábending og at fáa staðfest. Miðvíst og málrættað arbeiði er tað, sum ber á mál.
Vantandi fjølbroytt tilfar á føroyskum er allatíðina eitt haft um beinini. Nógv gott tilfar er komið tey síðstu nógvu árini, men enn er fitt eftir á mál, tá tað snýr seg um tilfar, har arbeiðast skal við smálutum í t.d. ljóðlæru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo