Skúlablaðið: - Ferð eftir ferð hevur Lærarafelagið ført fram, at vit útbúgva ov nógvar lærarar í mun til tørvin. Og at hetta er óskynsamt, tí orkan í staðin kundi verið brúkt til eftir- og ískoytisútbúgvingar.
- Uppáhaldið hava vit m.a. bygt á kanningar millum nýútbúnar lærarar um, hvussu tað gongst at fáa starv.
- Allar ábendingar eru um, at tað er trupult at fáa starv og nærum ógjørligt at fáa fast starv í bræði.
- Vit vita eisini, at talið av umsóknum til størv í fólkaskúlunum kring landið er vaksið munandi og, serliga í miðstaðarøkinum, langt út um talið av leysum størvum.
- Tíðin, tá ið læraraútbúgving merkti tað sama sum lærarastarv, er langt síðan farin, skrivar formaðurin í Lærarafelagnum millum annað í oddagrein í Skúlablaðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo