Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Útbúgva fleiri til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál

Spurningar:
1. Er ætlanin at seta útbúgving í gongd aftur at útbúgva fólk til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál?

2. Um ja, hvussu verður útbúgvingin skipað, og nær væntast hon at byrja?

Viðmerkingar:
Tað er væl kent, at stór tilflyting er og hevur verið til Føroya nú í rúma tíð. Fólk úr nærum øllum heiminum koma higar at arbeiða og búgva, og tað gevur okkum nýggjar uppgávur at loysa sum land, kommunur, stovnar og vinnulív.

Ein týdningarmikil partur av eini væleydnaðari integratión (samlaging) er, at tilflytarar læra føroyskt væl og virðiliga.

Tí varð útbúgving í tíðarskeiðinum 2019 -2023 fyrireikað og framd á Fróðskaparsetri Føroya fyri tey, sum skulu undirvísa í føroyskum sum annaðmál, sum partur av eini heildarætlan fyri tilflyting og integratión.

Hendan útbúgving er gjøgnumførd einaferð, og tey, sum tóku prógv, eru í fullum virksemi kring landið sum lærarar hjá tilflytarum. Men enn eru mong, sum ikki hava lært føroyskt, og enn eru mong, sum antin undirvísa ella í framtíðini skulu undirvísa útlendingum í føroyskum, sum ikki hava fingið útbúgving ella eftirútbúgving í hesum serstaka førleika.

Tað er sera týdningarmikið, at hildið verður fram at tryggja føroyska samfelagnum hesar førleikar at undirvísa í føroyskum sum annaðmál, samstundis sum arbeitt verður við at fáa fleiri av tilflytarunum ígjøgnum skeiðini í føroyskum.

Tí verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 31. oktober 2024
Hanna Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo