Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Útboðsportalurin hjá Tórshavnar kommunu eigur at rættast nakað, fyri at fevna fleiri fyritøkum í kommununi og teirra tænastum.

innkeyps-og-útboðspolitikkur-fyri-vørur-og-tænastur.pdf (torshavn.fo)

Niðanfyri eru nøkur punkt úr Innkeyp og útboðspolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu endurgivin í skráskrift. Og míni broytingartilmæli til hendan politikk, síggjast líka undir í vanligari skrift.

· Keyp úr kr. 50.000 upp í kr. 800.000: Minst tvey tilboð skulu umbiðjast

Bert at biðja um tilboð frá tveimum fyritøkum er ov lítið, og eigur hetta at økjast til minst fýra skikkaðar fyritøkur um møguligt.

· Fyri keyp, sum eru úr 50.000 upp til 800.000 krónur skal kommunan seta seg í samband við í minsta lagi tveir skikkaðar veitarar fyri at fáa eitt tilboð upp á ítøkiligu uppgávuna. Útboðstilgongdin skal leggjast soleiðis tilrættis, at møguligir veitarar, fáa neyvt somu upplýsingar fyri at tryggja, at tilboð verða givin undir somu fortreytum.

 Her tað sama. Hetta eigur eisini at vera frá minst fýra skikkaðum fyritøkum.

· Keyp úr kr. 800.000: Skulu bjóðast út, men við ávísum undantøkum 1

1 Hesi undantøk kunnu td. verða tá einkarstøður gera seg galdandi, um bert ein veitari finst sum umboð fyri ávísa skipan, um veitarar ella vørur/tænastur ikki lúka ávísar góðkenningar ella ásett krøv, um tað ikki svarar seg fíggjarliga, at fara undir eina útboðstilgongd ella um lógaráseting forðar fyri útbjóðing.

Hetta er heilt gali. Tí um hetta ikki verður bjóða út, ella gerst somikið sjónligt, so at hinar fyritøkur kunnu síggja útbjóðingartilfarið og tess krøv. Hvussu skulu tær so fáa eitt einfalt og lætt innlit í hesi krøv, soleiðis at hesar útihýstu fyritøkur kunnu menna seg á hesum øki til næstu útbjóðing?

· Útveitan (kappingarútsetan) Í samband við kappingarútsetan ella útveitan, ger kommunan meting av í hvønn mun tað er skynsamt, at útveita uppgávur og tænastur til privatar veitarar, við tí endamálið, at varðveita fokus á kommunala kjarnuvirksemi innanhýsis í kommununi. Kommunan skal tí eftirkanna sínar uppgávur í minsta lagi 3. hvørt ár fyri at meta um og gera raðfestingar av, hvørjar uppgávur hóskandi kunnu veitast út.

Hetta eigur at gerast líka eftir hvørj nýggja býráðssetu, men annars leypandi. Og sjálvandi við viðring fyri sáttmálasettum starvsfólkum og øðrum sáttmálum á økinum.

· Tá støða skal takast til, hvør útboðsháttur verður brúktur, skulu atlit takast til:

1.      Kapping

2.      Fjøltátni í uppgávuni

3.      Bygnaðin á marknaðinum

4.      Umsitingarligu byrðuna, sum stendst av útboðnum

Til punkt 4.  Byrðan at umsita eigur ikki at viga stórvegis hjá TK. Tí umsitingin hjá TK, eigur at fáa neyðugu orkuna til at umsita Innkeyp- og útboðsuppgávurnar á ein nøktandi hátt. Hetta so at álit frá fyritøkum í kommununi, heldur enn ivin myndar skipanina útattil.

· Ein fyrimunur við avmarkaðum útboði er, at eitt færri tal av fyritøkum skulu undir at gera tað umfatandi og kostnaðarmikla arbeiðið, sum krevst fyri at veita tilboð, serliga í samband við størri verkætlanir. Harumframt er talan um, at einans tær fyritøkur, sum veruliga hava førleikarnar at gera arbeiðið, eru við í metingini.

Hetta er ikki ein trupuleiki TK eigur at hugsa um.

Og eiga allar fyritøkur sum kunnu hugsast at hava førleikar, eisini at vera við.

· Fyrimunir við avmarkaðum útboði er, at kommunan kann spara útreiðslur í samband við meting av tilboðum, av tí at talið av tilboðum, ið koma inn er avmarkað.

Tað er meira umráandi at flest møguligar skikkaðar fyritøkur sleppa framat at veita kommununi tænastur, heldur enn tað, at TK skal spara umsitingar útreiðslur.

Bogi í Gil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo