Plastposar fullir av lýsingum og bløðum, og hetta skal hava útberingarstuðul.
Myndin er send VP frá einum lesara og er tikin á einum almennum stovni.
Hvussu stór rúgvan er á brennistøðunum, sum fer upp í royk, vita vit ikki, men eini 30-40 prosent av tí sum POSTA ber út í hesum plastposum, endar í brenniovnunum - ikki pakkað upp.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo