![Kavbatur Oyrareingir](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/4/8/csm_Kavbatur_Oyrareingir_9f1f480fa1.jpg)
![Kavbatur Oyrareingir](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/4/8/csm_Kavbatur_Oyrareingir_9f1f480fa1.jpg)
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Í dag, 24. juli, kemur amerikanski kavbáturin USS Delaware í Nólsoyarfjørð.
USS Delaware er kjarnorkurikin, og lá við bryggju á Oyrareingjum í nakrar dagar seinast í juni.
Kavbáturin hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi í sambandi við steðgin í Nólsoyarfirði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo