USA hevur í dag skuldsett ein iranara og tvey onnur fyri at leggja ætlanir um at myrða Donald Trump.
Maðurin skal vera limur í iransku kollveltingarhirðuni, og tað skal vera higani, at boðini um at myrða Donald Trump komu, hevur hann greitt myndugleikunum frá.
Maðurin kom til USA at búgva sum smádrongur, men varð útvístur í 2008, tí hann fekk ein dóm fyri stuldur. Hann býr í dag í iranska høvuðsstaðnum, Teheran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo