Ein nýggjur hjálparpakki fyri nærum 7 milliardir av krónum er á veg til Ukraina, stutt áðrenn stjórnarskiftið í USA.
Munurin á hesum hjálparpakkanum og teimum undanfarnu er, at nú er talan um spildurnýggj vápn, sum enn ikki eru framleidd. Áðrenn hevur mest verið talan um vápn, sum USA hevur havt á lagri.
Um ein góðan mánaða verður stjórnarskifit í USA, og nýggi forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at hann ætlar at skrúva niður fyri hjálpini til Ukraina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo