Amerikanskt krígsskip hevur skotið trý missil og fleiri dronur niður har norðuri í Reyðahavinum.
Møguliga var kósin móti Ísrael, sigur talspersónur í Pentagon sambært Reuters.
- Vit kunnu ikki við vissu siga, hvat málið hjá missilunum og dronunum var, men tey komu úr Jemen á veg norðureftir við Reyðahavið, sigur talspersónurin sambært DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo