USA sær ongar ábendingar um, at Russland ger klárt til at brúka kjarnorkuvápn. Tað sigur talsmaðurin í uttanríkismálaráðnum Matthew Miller sambært Reuters.
Orðini fullu eftir at russiski forsetin í talu síni í dag hótti við, at stuðulin hjá Vesturheiminum til Ukraina kann geva eitt kjarnorkustríð.
- Hetta er ikki fyrstu ferð at vit hava sæð ábyrgdarleysan retorikk frá Vladimir Putin. Soleiðis eigur ein leiðari í einum kjarnorkuveldi als ikki at málbera seg, segði talsmaðurin sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo