Amerikanski verjumálaráðharrin, Loyd Austin, hevur boðað frá, at eitt herlið á umleið 800 mans hevur fingið boð um at vera til reiðar at fara til Miðeystur at hjálpa til í krígnum ímóti Hamas.
Reuters skrivar, at aðrir 2.000 hermenn hava fingið boð um, at teir kunnu verða sendir avstað við stuttari ávaring.
Umframt hermenn verða eisini rakettverjuskipanir sendar avstað í næstum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo