USA rakti í gjár heili 85 mál í Sýria og Irak.
Talan var um hevndarátak, eftir at yvirgangsbólkar sum hava samand við Iran, sunnudagin lupu á eina amerikanska støð í Jordan, sum kostað trimum amerikanskum herfólkum lívið og meiddi onnur 44.
USA ávaraði beinanvegin um hevndarálop, sum byrjaðu í gjár, samstundis sum líkini av teimum trimum herfólkunum komu til USA.
Hevndarátøkini í gjár verða neyvan tey seinastu, fleiri fara at koma í næstum, siga eygleiðarar, sum eisini siga at hendingarnar uttan iva gera støðuna enn meira spenta í miðeystri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo